Um okkum

46062509_260410537956619_3166629784763498496_n.jpg
 
 

Javnstøðunevndin er sjálvstøðugur stovnur undir Vinnumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn

Javnstøðunevndin skal:

  • røkja uppgávurnar, sum er nevndar í javnstøðulógini

  • hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin

  • vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum

  • geva tilmæli í javnstøðumálum

  • viðgera kærur frá fólki um mismun vegna kyn


Játtanin á fíggjarlógini til Javnstøðunevndina í 2013 er 425.000 kr.

Annars hevur játtanin seinastu árini verið:

2012 - 425.000 kr.
2011 - 425.000 kr.
2010 - 445.000 kr.
2009 - 460.000 kr.
2008 - 460.000 kr.
2007 - 382.000 kr.