Í javnstøðulógini er ásett, at tað ikki er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Øll, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. Set teg í samband við Javnstøðunevndina fyri at fáa leiðbeining um framferðarháttin í sambandi við kærur.

Hvat kann kærast um?

Tú kanst til dømis kæra til Javnstøðunevndina, um tú metir teg vera ella hava verið fyri mismuni vegna kyn á arbeiðsmarknaðinum, til dømis í sambandi við starvssetan, uppsøgn ella løn, ella um tú hevur fingið uppsøgn, av tí at tú ert við barn ella ert í barnsburðarfarloyvi.

Hvør kann kæra?

Allir borgarar, bæði kvinnur og menn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. Um borgarin ikki sjálv/ur er partur í einum máli, ber kortini til at gera Javnstøðunevndina varuga við viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við javnstøðulógina. Javnstøðunevndin kann so kanna hesi viðurskifti nærri og gera av, um meira skal gerast við málið.