Norðurlendskur javnstøðupolitikkur sum útflutningsvøra

 Mynd: Moa Karlberg | norden.org

Mynd: Moa Karlberg | norden.org

Saman eru tey fimm norðurlondini eitt tað økið í heiminum, har javnstøðan er komin longst. Men hvussu kom hetta í lag? Nú eru tær týdningarmestu politisku broytingarnar og úrslitini kókað niður til fimm stutt faktabløð. Tilfarið er ein partur av ‘útflutninginum’ av norðurlenskari javnstøðu og er hugsað sum eitt amboð til lond, ið vilja hava fleiri kvinnur á arbeiðsmarknaðin.

Fimm lond og 50 ár við broytingum, sum so líðandi hava givið kvinnum alt fleiri rættindi og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tikið saman um og givið út ein sokallaðan ”knowledge hub” á 50 síður. Fimm stutt faktabløð lýsa týdningamestu partarnir í ”The Nordic Gender Effect”, sum hevur viðført, at næstan tríggir fjóðringar av kvinnum í Norðurlondum eru á arbeiðsmarknaðinum.

Og tilfarið er longu væl móttikið av altjóða felagskapum, sum hava javnstøðu og eitt virðiligt arbeiðslív sum aðalmál, sum eitt nú ILO, ITUC og javnstøðufelagskapin hjá ST, UN Women.

- The Nordic hub presents a compelling case of how investments in gender equality foster employment, families’ wellbeing and growth. I often think this kind of knowledge is not reaching enough policy-makers. So this is just what we need; a collection of legal, institutional and innovative instruments that can be applied at country level. I think and hope that with time gender equality will be the Nordic countries’ greatest export, sager Phumzile Mlambo-Ngcuka, sigur Phumzile Mlambo-Ngcuka, leiðari fyri UN Women.

Les meira um faktabløðini og tak tey niður her!

FAKTA

  • Barnafamiljur í Norðurlondum brúka í miðal 10 prosent av inntøku síni barnaansing. 94 prosent av øllum 3-5 ára gomlum børnum eru í ansing so ella so.

  • Norðurlond brúka í miðal 3,1 prosent av bruttotjóðarúrstøkuni til barnaansing og aðrar veitingar til barnafamiljur samanborið við 2,0 prosent í restini av ES.

  • Foreldur í Norðurlondum fáa í miðal eitt ára barnsburðafarloyvi, men ymiskt er, hvussu stórur partur er oyramerktur til pápar í teimum ymisku londunum. Íslendskir og svenskir pápar eru fremstir, tí teir taka ávíkavist 30 og 27 prosent.

Beinta Johannessen