KYN, JAVNSTØÐA OG MARGFELDNI

adults-black-and-white-casual-1374542.jpg

Tá vit tosa um javnstøðu og kyn, hevur tað stóran týdning at gera sær greitt, at hvørki bólkurin menn ella bólkurin kvinnur eru einstáttaðar homogenar eindir

Í eindini menn er eins stórt margfeldið menn ímillum, sum í eindini kvinnur og harímillum. Ein kvinna kann hava meira í felag við ein persón úr bólkinum menn og umvent enn í sínum egna “bólki”.

Viðhvørt kenna persónar seg ikki aftur í tí eind, sum tey reint lívfrøðiliga, men eisini í mun til kynsnormar hoyra til, og tað mugu tey, sum arbeiða við javnstøðupolitikki og fremjan, altíð hava í huga.

Allir menn og allar kvinnur hava ikki somu lívsroyndir ella liviumstøður, og eins og hierakiskara skipanir eru á ymsum økjum ímillum kyn, so er tað eisini innan kynsbólkarnar. Aldur, uppruni, seksuallitetur, førleiki og útbúgving kann eisini hava avgerðandi týdning fyri atgongd ella væntandi atgongd til tey rættindi, sum vit øll sambært lóg hava.

Vit tosa viðhvørt um dupultdiskriminatión. Tað kann til dømis vera, at tú bæði ert tarnað vegna brek og títt kyn, ella tað kann vera, at tú ert í einari serliga svárari støðu vegna aldri og kyn. Tað hevur í javnstøðupolitiska arbeiðinum stóran týdning at leggja merki til og at viðurkenna hetta, at kynsdiskrimineringin ofta virkar saman við øðrum umstøðum. Bert við hesum fyri eyga kunnu vit gera nútíðarhóskandi og fevnandi javnstøðupolitik. Hetta skal tryggja, at í hvussu er tey, sum formulera og skapa karmarnar, sígga, skilja og virða at samfelagsbólkar og bólkingar hava ymiskar fortreytir og ymiska atgongd og atkomuligheit til tey grundleggjandi rættindi og tær skyldur, sum allir borgarar eiga at vera fevndir av m.a. í javnstøðulógini.

Tey sum arbeiða við javnstøðu, kyn og samfelagsspurningum harum nýta eitt serligt hugtak til hesa fatan. Hugtakið verður rópt intersektionalitetur, á føroyskum krossávirkan.
2.png

Hvat er intersektionalitetur ella krossávirkan?

Eitt kronglut hugtak, sum verður nýtt til at skilja og brúka, sum amboð í kyn- og ella javnstøðupolitiskum arbeiði, er intersektionalitetur.

Intersektionalitetur ella krossávirkan er bæði eitt amboð og eitt hugtak ella hugsjón. Í stuttum snýr intersektionalitetur seg um at vera varin við, at fleiri orsøkir kunnu vera til diskriminatión ella ójavna atkomu til tey rættindi, sum vit sambært lóg hava. Hugtakið skal hjálpa okkum at skilja, at javnstøða ikki bara snýr seg um bólk A og B, men at samfelagið og samfelagsborgararnir eru samanset og fjølbroytt. Amboðið skal nýtast hjá lógarsmiðjum, politikarum og fakfólki annars til at tryggja nútíðarhóskandi og rættvísar karmar fyri allar borgarar í Føroyum ótengt at aldri, kyni, uppruna, trúgv, seksuellari orientering, likamligum førleika osfr.

Vandi er fyri, at javnstøðupolitikkur, ið gloymir hesi frábrigdi, bara verður javnstøðupolitikkur fyri ávísar bólkar í samfelagnum.

BONUS:

*Intersektionalitetur stavar frá enska orðinum intersection - í matematikkini, tá tvær ella fleiri linjur skera hvørja aðra. Tá tvær ella fleiri linjur krossast. Við hesum kundu vit samb. Jóhan Hendrikkki Winther Poulsen á føroyskum nýtt orðið krossorsøk ella krossávirkan (ársfrágreiðing xxxx).

*Kimberlé Chrenshaw var tann fyrsta, sum brúkti hugsakið intersectionality í einum feministiskum samanhangi. Hetta var í 1989 í greinini ”Demarginalizing the Intersection of Race and Sex: A Black Feminist Critique of Antidiscrimination Doctrine, Feminist Theory and Antiracist Politics” (les greinina her ).

Meira um intersektionalitet: