JAVNRÆTTUR OG JAVNSTØÐA

boy-child-childhood-346796.jpg

Í Føroyum hava vit formliga javnrætt á stórt sæð øllum økjum. Javnrættur merkir eins og orðið sigur, at vit hava javnan - t.e. sama rætt - til somu rættindi. Vit tosa um tað, sum eitur formligan javnrætt, tvs. at vit formiliga m.a. í flestu lógum og reglugerðum hava sama rætt til somu rættindi

Orsøkin til, at orðið formligur javnrættur verður brúkt, er tann, at hóast rættindini formliga eru til staðar, er ikki sjálvsagt at atgongdin til hesi rættindi er tann sama. Til dømis kann mann siga, at øll hava sama rætt at vitja eitt kontór á aðru hædd, men at tann, sum situr í koyristóli ikki kann brúka hendan rætt, eyðsæð tí viðkomandi ikki kann brúka trappur og eingin lyfta er. Trappan er ein eyðsýnd forðing í hesum føri. Tað kundi eisini verið ein meira óbeinleiðis forðing, at til dømis var ein lyfta, men at viðkomandi var tarnaður í at koma til kontórið av øðrum umstøðum, so sum ov smalum vegi hagar, ov høgum kantasteini uttanfyri ella líknandi. Forðingar, sum fyri kontórið í toppinum ikki eru sjónligar, men sum fyri tann einstaka kunnu vera avgerðandi fyri atgongdina.

Tað er tí ikki so einfalt, at hóast vit hava javnrætt, so hava vit javnstøðu. Tí mugu vit alla tíð seta spurnartekin við, hvussu vit best møguligt tryggja at borgarar í okkara samfelag hava somu atgongd til somu rættindi. Hetta er at arbeiða við javnstøðu. Javnstøða er ein áhaldandi spurningur um at tryggja eitt gott demokratiskt samfelag, har sum landsins myndugleikar og øll, sum her búgva, tryggja at hvør borgari - børn sum vaksin óansæð kyn - hava somu rættindi, somu ábyrgd og somu møguleikar at menna og brúka sínar førleikar. Tað merkir eisini, at eitt samfelag, sum ynskir javnstøðu er tilvitað um, at mismunur verður framdur, og at vit kenna mun á beinleiðis og óbeinleiðis missmuni.

Beinta Johannessen