HVAT ERU NORMAR?

blue-close-up-communication-1386336.jpg

Ein normur er ein óskrivað lóg um, hvussu eitt hvørt eigur at vera, og hvussu vit eiga at vera og gera í mun til eitt hvørt

Tá vit tosa um normar í hesum samanhangi, kunnu vit tosa um kynsnormar, kynsrollur og um eitt, sum vit ofta rópa stereotypir ella kynsstereotypir. Nógvar væntanir og normar eru knýtt at okkara kyni, og tí er tað altíð viðkomandi at tosa um normar, tá vit viðgera og tosa um kynspurningar og javnstøðu.

Í samrøðum um normar kunnu vit víðari brúka heiti sum maskulinir normar og femininir normar. Maskulinir normar hoyra saman við dreingjum og monnum, og femininir saman við gentum og kvinnum.

Til dømis er normur í Føroyum, at gentur elska ljósareytt, og at dreingir ikki spæla við dukkur. Spælir ein drongur við dukkur, er tað sum oftast alt í lagi, men vit leggja merki til tað, tí tað er uttanfyri normin. Tað er “ónormalt” eins og ein genta, sum elskar LEGO Ninjago, eisini er øðrvísi enn flest hinar genturnar í barnagarðinum. Hetta er sum oftast heilt óskyldugt og verður góðtikið í ungum árum, men tess eldri børnini eru, tess meira tilvitaði vera tey um normar, um hvat er lov og ikki lov. Óskrivað væl at merkja. Ein og hvør hevur RÆTT til at fáa sær neglalakk. Um ein drongur í 6. flokki brúkar neglalakk, so traðkar hann uttanfyri maskulina normin, og av tí at vit síggja neglalakk sum nakað feminint, verður hann álagdur eitt feminint viðri og kann koma út fyri at vera kallaður genta.

Kynsnormar broytast yvir tíð. Til dømis var tað ósæð fyrr, at menn gingu við barnavogni í havnar gøtum ella at kvinnur gingu við kenning á Áarvegi eitt leygarkvøld, men hesi bæði fella bæði púra innan fyri normin í dag og eru tí góðtikin atferð. Kynsnormar broytast bæði eftir tørvinum í samfelagnum og automatiskari útvikling (natúrligari útvikling/vanligari menning) og við aktivum hugburðsbroytingum, sum t.d. politikarar, listafólk, fólk við alemmenari rødd ella ein stovnur, sum javnstøðunevndin, kunnu ganga undan at skapa.

Beinta Johannessen