HVAT ER KYN?

adult-beautiful-bisexual-1412136.jpg

Tað fyrsta vit spyrja um á føðideildini ella aftaná eina skanning er ofta “HVAT ER KYNIÐ?” og hetta er einki løgið. Kynið hevur stóran týdning fyri, hvussu vit definera ein persón. Tað er ein stórur partur av okkara samleika

Genta ella drongur? Verðin verður ofta býtt í hesi tvey. Vit kunnu rópa tað dikotomi. Tá vit í javnstøðuhøpi tosa um kyn, so býta vit tað aftur í tveir partar:

1: Lívfrøðiligt/løgfrøðiligt kyn (á enskum sex)

2: Sosialt / mentanarligt kyn* (á enskum gender)

Lívfrøðiligt kyn

Tað lívfrøðiliga kyni snýr seg um, hvussu tú sært út. Vit definera lívfrøðiliga kynið út frá hvussu innaru og uttaru kynsgøgnini síggja út, út frá kynskromosomum og hormonum. Út frá hesum verða vit defineraði sum drongur ella genta, og í fáum førum tvíkynd, tá ber ikki til at siga um barnið, ið er føtt, er meira genta ella meira drongur út frá teimum kriterium, sum eru nevnd her.

Sosialt/mentanarligt kyn

Tað sosiala og/ella mentanarliga kynið kann nevnast ein kynsrolla. Kynsrollur eru eitt slag av reglum og normum fyri, hvussu ein persónur við einum ávísum kyni eigur at uppføra seg í einum samfelag ella systemi. Í mun til kynsrollur eru umframt nakrar væntanir knýttar at tí at vera genta/kvinna ella drongur/maður.

Gender refers to the socially constructed characteristics of women and men - such as norms, roles and relationships of and between groups of women and men. It varies from society to society and can be changed.
— WHO

Hóast tað kann tykjast kronglut, so hevur tað týdning at skilja ímillum. Lívfrøðiliga og løgfrøðiliga kyni er tað, sum vit oftast leggja dent á, tá vit tosa um kyn, men fyri at skilja, hvat javnstøða er, og hví hon er so neyðug at arbeiða við, er tað avgerðandi at hava báðar fatanir av kyni í huga.

Tað ber til at gera mun á hesum báðum við at hugsa, at lívfrøðiliga kyni er tað, sum vit ERU fødd sum, og sosiala ella mentanarliga kyni er tað, sum vit GERA út frá okkara lívfrøðiliga ella løgfrøðiliga kyni ímun til væntanir, reglar og normar í samfelagnum.

BONUS: Meira um kyn og sosialt kyn