BEINLEIÐIS OG ÓBEINLEIÐIS MISMUNUR

Tema.png

Í Javnstøðulógini stendur, at Ikki er loyvt - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis - at gera mismun á fólki vegna kyn, §2 stk.2. Men hvat merkir beinleiðis og óbeinleiðis mismunur ella diskriminering?

Beinleiðis mismunur er lættur at fáa eyga á. Til dømis um ein arbeiðsgevari skrivar eina lýsing og sigur, at hann ella hon vilja hava ein nýggjan leiðara og at viðkomandi skal vera maður. Tað er beinleiðis mismunur vegna kyn og er sambært javnstøðulógini ikki loyvt.

Ein arbeiðsgevari kann eisini skriva, at hann ella hon ynskja ein nýggjan leiðara, men at viðkomandi skal vera 185m høg/høgur ella meira. Hetta er óbeinleiðis mismunur, tí tað er sannlíkt, at nógv færri kvinnur enn menn lúka hesum kravið og harvið hava møguleika at søkja stjórastarvið.

Eitt annað dømi um óbeinleiðis mismun kann vera, at arbeiðsplássið gevur lønarhækkan til síni starvsfólk, men at tey, sum hava verið sjúk ella burtur frá arbeiði meira enn 10 dagar tað árið, fáa ikki lønarhækkan. Eftirsum at vit vita, at tað eru flest kvinnur, sum taka sjúkradagar við, er bólkurin við smábarnamammum í serligum vanda fyri ikki at fáa lønarhækkan. Her er talan um óbeinleiðis mismun.

Í summum førum kann vera neyðugt at gera mismun. Hesum loyvir javnstøðulógin eisini.

Til dømis er loyvt at søkja eftir ávísum kyni, um endamálið er at røkka málið lógarinnars. Hetta verður rópt positiv diskriminering. T.d. kann tað hugsast, at ein útbúgvingarstovnur innan sjúkrarøkt ynskir at fáa fleir menn at blíva sjúkrarøktarar- ella frøðingar, og tískil letur pláss vera serliga til menn at søkja. So hóast ein kvinna kanska er betri skikkað, kann útbúgvingarstovnurin við røttu mannagongdini velja mannin framum. Eisini kann vera neyðugt at søkja eftir eitt nú kvinnuligum hjálpara til ein borgara við tørv á hjálp m.a. til persónliga røkt ella um ein skal røkja eitt starv í skiftingarrúmi í eini svimjihøll. Í tíllíkum føri loyvir javnstøðulógin og nevndin altíð undantak.

BONUS:

Til ber eisini at lesa um beinleiðis og óbeinleiðis mismun her hjá svenska diskrimineringsumboðnum og á snar.fo.

Niðanfyri greiðir Lynn Welsh frá muninum á beinleiðis og óbeinleiðis mismuni við støði í Equality Act 2010



Beinta Johannessen