Javnstøða í bitum

adult-beautiful-bisexual-1412136.jpg

Hvat er kyn?

Kynið hevur stóran týdning fyri, hvussu vit definera ein persón. Tað er ein stórur partur av okkara samleika. Genta ella drongur? Verðin verður ofta býtt í hesi tvey. Vit kunnu rópa tað dikotomi. Tá ið vit í javnstøðuhøpi tosa um kyn, so býta vit tað aftur í tveir partar: Lívfrøðiligt / løgfrøðiligt kyn og sosialt / mentanarligt kyn.

adults-black-and-white-casual-1374542.jpg

Kyn, javnstøða og margfeldni

Tá vit tosa um javnstøðu og kyn, hevur tað stóran týdning at gera sær greitt, at hvørki bólkurin menn ella bólkurin kvinnur eru einstáttaðar homogenar eindir.

1.png

Beinleiðis og óbeinleiðis mismunur

Í Javnstøðulógini stendur, at Ikki er loyvt - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis - at gera mismun á fólki vegna kyn, §2 stk.2. Men hvat merkir beinleiðis og óbeinleiðis mismunur ella diskriminering?

boy-child-childhood-346796.jpg

Javnsrættur og javnstøða

Í Føroyum hava vit formliga javnrætt á stórt sæð øllum økjum. Javnrættur merkir eins og orðið sigur, at vit hava javnan - t.e. sama rætt - til somu rættindi. Men hóast rættindini formliga eru til staðar, er ikki sjálvsagt at atgongdin til hesi rættindi er tann sama.

blue-close-up-communication-1386336.jpg

Hvat eru normar?

Tá vit tosa um normar í javnstøðusamanhangi, kunnu vit tosa um kynsnormar, kynsrollur og um eitt, sum vit ofta rópa stereotypir ella kynsstereotypir. Nógvar væntanir og normar eru knýtt at okkara kyni, og tí er tað altíð viðkomandi at tosa um normar, tá vit viðgera og tosa um kynspurningar og javnstøðu.

sharon-mccutcheon-518673-unsplash.jpg

Ung og javnstøða

Gentur og dreingir skulu ikki vera eins, men tey skulu hava somu møguleikar at menna síni evni, sama hvat kynið er.