Lóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki

Kapittul 1

Lógarøki

§ 1. Eftir hesi og er mismunur allur beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur orsakað av breki .

Stk. 2. Beinleiðis mismunur verður framdur, tá persónur orsakað av breki verður viðgjørdur verri enn ein annar verður, hevur verið ella hevði verið viðgjørdur í samsvarandi støðu.

Stk. 3. Óbeinleiðis mismunur verður framdur, tá ein áseting, eyðkenni ella siðvenja, sum at vísa seg er neutral, hevur við sær, at persónur, ið ber brek, fær eina verri støðu enn aðrir, uttan so, at viðkomandi áseting, eyðkenni ella siðvenja er objektivt grundað á eitt sakligt endamál, og tiltøkini at røkka tí eru hóskandi og neyðug, sbr. tó § 3.

Stk. 4. Lógin verður ikki nýtt í tann mun, samsvarandi verja móti mismuni er ásett í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum.

Kapittul 2

Bann móti mismuni

§ 2. Tað er ikki loyvt arbeiðsgevara at gera mismun á starvsfólki ella umsøkjarum til størv, sum eru leys, í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsflyting, starvsuppflyting ella viðvíkjandi lønar- og setanartreytum. 

Stk. 2. Tað er mismunur viðvíkjandi lønartreytum, um tað ikki verður veitt sama løn fyri sama arbeiði, ella fyri arbeiði, sum hevur sama viirði.

Stk. 3. Arbeiðstakari, ið ikki fær løn sambært 1 stk., skal hava útgoldið munin.

§ 3. Tað er ikki loyvt at lýsa við, at tað til setan í starv ella vinnuliga útbúgving verður søkt eftir persónum, ið bera brek, ella at persónar, ið bera brek, hava fyrimun. Tað er heldur ikki loyvt at lýsa við, at persónar, ið bera brek, ikki verða ynsktir. 

§ 4. Ásetingar í einsæris avtalum ella sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum og í innanhýsis reglum hjá fyritøkum o.a., sum eru í ósamsvari við bannið ímóti mismuni í § 2, hava ikki gildi.

§ 5. Tað kann ikki verða vikið frá lógarinnar ásetingum til bága fyri arbeiðstakaran.

Kapittul 3

Samsýning, próvdøming o.a

§ 6. Persónar, hvørs rættindi eru sett til viks, við at brot er framt á § 2, kunnu fáa samsýning. 

Stk. 2. Persónur, sum verður fyri ófyrimunaligari viðgerð ella ófyrimunarligum fylgjum, tí viðkomandi hevur sett fram krav um líka viðgerð eftir § 2, kann fáa samsýning.

§ 7. Brot á § 3 verður revsað við bót. 

Stk. 2. Er brotið framt av einum felag, einum sjálveigandi stovni, grunni ella líknandi, kann bót verða áløgd tí juridiska persóninum sum slíkum revsiábyrgd. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella kommunalum felagsskapi, sum er fevndur av § 51 í kommunustýrislógini, kann revsiábyrgd verða áløgd landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum.

§ 8. Klagur um brot á bannið móti mismuni eftir hesi lóg og um brot á bannið móti revsiatgerðum í § 6, stk. 2, verða viðgjørdar av Javnstøðunevndini eftir løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn. Tá nevndin viðger klagur um brot á hesa lóg, verður nevndin umframt við teimum limum, sum nevndir eru í § 10 í javnstøðulógini, mannað við einum limi umboðandi Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Hesin nevndarlimurin, og varalimur fyri hann, verða valdir eftir reglunum í § 10 í javnstøðulógini.

Kapittul 4

Ígildiskoma

§ 9. Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.