Frágreiðingar

Hvørja støðu hava føroyingar til javnstøðu millum kvinnur og menn í Føroyum? (2011)

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt hesa frágreiðing, sum byggir á eina spurnakanning millum 655 føroyingar (november-desember 2011).

Í kanningini verður m.a. komið inn á javnstøðu millum kynini í sambandi við heimið, arbeiðsmarknaðin, nevndir og leiðslu, lønarviðurskifti, pensjón, býti av barsilsfarloyvi, politikk og útbúgvingarskipan. Haraftrat verður spurt, um myndugleikar eiga at lóggeva og seta tiltøk í verk fyri at betra um javnstøðuna.

Kannngin vísir m.a., at meirilutin av føroyingum er ímóti at lóggeva um javnstøðu. 39% av monnunum og 17% av kvinnunum halda ikki javnstøðu vera nakran trupulleika í Føroyum. Sambært kvinnunum er lønarmunurin millum kynini, lága kvinnuumboðanin í nevndum og ovastu leiðslu í vinnulívinum og í politikki størstu javnstøðutrupulleikarnir. Hvørki menn ella kvinnur halda tað vera ein stórvegis javnstøðutrupulleika, at menn ikki verða útbúnir eins nógv og kvinnur.

Tak niður


Fortíðarinnar hetjur í andróðri. Maskulinitetur og samleiki hjá ungum monnum í Føroyum (2010)

Grein eftir Firouz Gaini frá september 2010. Í greinini greiðir høvundurin frá, hví siðbundnu fyrimyndir mansins viðvíkjandi maskuliniteti í stóran mun missa virði og verða avloyst av nýggjum mansfyrimyndum í nútíðarsamfelagnum.

Javnstøðunevndin hevur umbiðið greinina frá høvundanum.

Tak niður


NIKK-Magasin um javnstøðu í Føroyum, Grønlandi og Íslandi (2010)

Í blaðnum eru tvær greinar um Føroyar. Onnur er um maskulinitet, s.12 (Firouz Gaini), og hin er um Danmark sum koloniveldi ella samstarvspartnara, s. 26 (Anne-Mette kalusen)

Tak niður


Løn og kynsbýtið á almenna arbeiðsmarknaðinum - ein perspektivering (2009)

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning (Martha H. Mýri) hevur gjørt eina perspektivering av løn og kynsbýti á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri Javnstøðunevndina. Perspektiveringin byggir m.a. á lønarkanning, sum Hagstovan gjørdi fyri Javnstøðunevndina í 2009.

Tak niður


Kyn og vald í Norðurlondum (2009)

Frágreiðing um kyn og vald í politikki og í vinnulívinum í Norðurlondum. Tað er Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen, sum hevur staðið fyri føroyska partinum av frágreiðingini. Føroyski parturin er á s.321 til 340.

Tak niður


Greinir

Forhindringer i ydersporet - grein eftir Jákup Magnussen 2008

Grein um kvinnuliga luttøku í politikki í Analys Norden.


Erfaringer fra kvindelisterne i færoysk politik (2006)

Beinta í Jákupsstovu og Bjørg Jacobsen hava skrivað grein í NIKK-tíðarritinum nr. 1/2006 s. 15 um royndir frá kvinnulistunum í Vestmanna og á Tvøroyri.

Tak niður