T˙ ert her: UM OKKUM
 
Um okkum

Javnstøðunevndin er sjálvstøðugur stovnur undir Vinnumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Javnstøðunevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Javnstøðunevndin skal:
  • røkja uppgávurnar, sum er nevndar í javnstøðulógini
  • hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin,
  • vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum,
  • geva tilmæli í javnstøðumálum.
  • viðgera kærur frá fólki um mismun vegna kyn

Javnstøðunevndin hevur 5 limir, sum verða tilnevndir av landsstýrinum eftir tilmæli frá arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum og Kvinnufelagasamskipan Føroya. Ein limur umboðar skúla-, heilsu- og almannaverkið, og 5. limurin umboðar Føroya landsstýri. Hesin limur er eisini formaður / forkvinna í nevndini.

Játtanin á fíggjarlógini til Javnstøðunevndina í 2013 er 425.000 kr. Annars hevur játtanin seinastu árini verið:

2012 - 425.000 kr.
2011 - 425.000 kr.
2010 - 445.000 kr.
2009 - 460.000 kr.
2008 - 460.000 kr.
2007 - 382.000 kr.


 
cedaw 300x79

tini rættindi 300x79