Javnstøðulógin eigur at fevna víðari


Ein stórur meiriluti heldur, at javnstøðulógin eigur at fevna um meira enn bara mismun vegna kyn. Hetta staðfestir ein nýggj kanning hjá Javnstøðunevndini.*

Í november í fjør gjørdi Gallup eina spurnarkanning fyri Javnstøðunevndina fyri at vita, hvat føroyingar halda um javnstøðulógina. 521 fólk eldri enn 15 ár vórðu spurd, og niðurstøðan er greið. Heili 69 prosent halda, at javnstøðulógin eigur at fevna víðari og eisini virka fyri at basa diskriminering vegna eitt nú húðarlit, uppruna, kynsliga sannføring, átrúnað, aldur og brek.

"Kanningin vísir greitt, at føroyingar vilja, at javnstøðulógin eigur at fevna um allan mismun," sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

Tað eru serliga fólk í aldrinum 25-39 ár, sum vilja hava lógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn. Undirtøkan fyri broyting minkar við aldrinum og er minst í bólkinum 60+. Kanningin staðfestir eisini, at undirtøkan fyri at víðka javnstøðulógina er størst í Suðuroy, har sløk 80 prosent vilja hava lógina broytta, meðan hon er lutfalsliga minst í Norðoyggjum, har færri enn 60 prosent eru fyri.

"Mismunur verður gjørdur av ymsum ávum og ofta er talan um fleiri orsøkir, sum virka samstundis. Frægast er at gera sum hini Norðurlondini og leggja alla verju fyri mismuni í somu skipan í staðin fyri at gera uppbýtta lóggávu og uppbýtta fyrisiting av henni," sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

Í november 2016 gjørdi Javnstøðunevndin eisini eina kanning, her sami spurningur varð settur. Við at samanbera báðar kanningarnar sæst, at talið á teimum, sum ikki halda, at neyðugt er at broyta lógina, minkar úr 22 prosentum niður í 16 prosent. Í kanningini frá 2016 vórðu bara húðarlitur, aldur og brek nevnd sum dømi, tá ið spurt varð um at broyta lógina, og ikki uppruni, kynslig sannføring og átrúnaður. Niðurstøðan í báðum kanningunum er tó tann sama: ein greiður meirluti vil hava lógina broytta. Sostatt hevur tað meira at siga fyri fólk, um talan er um mismun enn, hvat grundin til mismunin er.