Javnstøðulógin eigur at verða víðkað

Í november 2016 gjørdi Gallup eina spurnakanning fyri Javnstøðunevndina. 521 fólk eldri enn 15 ár hava svarað uppá fimm spurning​ar um javnstøðu.

Ein stórur meiriluti (68%) av teimum spurdu heldur, at javnstøðulógin – ið sum nú er bara fevnir um mismun vegna kyn – eisini eigur at fevna um aðra diskriminering, so sum vegna húðalit, aldur og brek. Og tað eru serliga menninir, sum vilja hava lógina víðkaða til at fevna um onnur viðurskifti enn bara kyn.

Eisini heldur ein stórur meiriluti (66%), at tað er ein almenn uppgáva at virka fyri størri javnstøðu millum kyn. Og serliga eru tað kvinnurnar, ið halda hetta.

63% halda, at mamman og pápin sjálvi frítt skulu kunna avgera, hvussu tey býta barsilsfarloyvið millum sín. Menn og kvinnur eru rættiliga samd um hetta. Hesin spurningur varð eisini settur í eini Gallup-kanning í 2013, og tá hildu bara 51%, at foreldrini sjálvi skulu avgera býtið av farloyvinum.

71% meina, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum, at foreldrini – annað ella bæði – arbeiða partstíð, meðan børnini eru 0-14 ár. Nakað fleiri kvinnur enn menn halda hetta.

Uppá spurningin “Hvør av foreldrunum eigur at arbeiða partstíð?” svara 46%, at tað skulu bæði mamman og pápin líka nógv, og tað eru serliga kvinnurnar, ið halda hetta. 36% halda, at tað eru mest mammur, ið eiga at partstíð, og tað meina serliga menninir. 4% halda, at tað mest eru pápar, sum eiga at arbeiða partstíð - og tað halda 3% av kvinnunum og 6% av monnunum.

Les kanningina