olavur
Gev pápunum helvtina av barnsburðarfarloyvinum


Páparnir eiga at fáa helvtina av barnsburðarfarloyvinum. Á tann hátt fáa vit størri javnstøðu millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og kunnu minka um lønarmunin millum kvinnur og menn.

Tað heldur formaðurin í Javnstøðunevndini, Ólavur Ellefsen. 

Í Danmark vísir ein kanning, at kvinnur kundu forvunnið millum 7
.300 og 53.300 kr. meira um árið, um maðurin tók bara eina viku meira av barnsburðarfarloyvinum.

Meðan lønin hjá manninum at kalla er óbroytt, tá hann fær børn,
 minkar løn og eftirlønarsamansparing hjá kvinnum munandi. Lønin hjá henni minkar 10% fyri hvørt barnið, staðfestir kanningin, sum Rockwool-grunnurin hevur gjørt.

Í Danmark eru bara tvær vikur av barnsburðarfarloyvinum oyramerktar til páparnar. Fyrr vóru tað fýra vikur. Ein partur av barnsburðartíðarskeiðnum er tó soleiðis skipaður, at mamman og pápin sjálvi kunnu avgera, hvør tekur farloyvið, men royndirnar eru, at mammurnar taka nógv tann størsta partin, tí hetta loysir seg betur fíggjarliga hjá familjuni. 

Danskir menn taka 9% av samlaða barnsburðartíðarskeiðinum, meðan tilsvarandi tøl fyri Noreg, Svøríki og Ísland eru ávikavist 23%, 26% og 29%. Hesi hava øll størri pápakvotur. Føroyskir menn taka umleið 5% av samlaða barnsburðarskeiðinum.

Í Føroyum eiga mammurnar fyrstu 14 vikurnar av barnsburðarfarloyvinum, 4 vikur eru oyramerktar til pápan, og so eru 26 vikur, sum foreldrini kunnu býta sínamillum, sum teimum lystir.

Fýra vikur til pápan er alt ov lítið, heldur formaðurin í Javnstøðunevndini. Í prinsippinum eiga pápin og mamman at býta farloyvið javnt sínámillum, soleiðis at pápin eigur 50% og mamman 50%. Hann tekur undir við, at foreldur so vítt gjørligt skulu skipa síni egnu viðurskifti, men vísir samstundis á, at verandi skipan hevur spælt fallit og í praksis er størsta forðingin fyri javnstøðu í Føroyum.

Ikki fyrr enn páparnir fáa munandi fleiri vikur oyramerktar, fara teir at fáa javnbjóðis rættindi at vera saman við sínum børnum, samstundis sum fíggjarligi kostnaðurin hjá mammunum at fara í farloyvi minkar og samfelagsliga gagnið økist, heldur Ólavur Ellefsen.

Kunnu vit ikki semjast um 50/50, so eiga vit í minsta lagi at hava somu skipan sum í Íslandi, har pápakvotan er 3 mánaðir, mammukvotan 3 mánaðir og so eru 3 mánaðir, sum foreldrini sjálvi kunnu býta sínámillum, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.