Skeið á dagstovnum
   
Javnstøða er eisini fyri børn
31-10-2016

Er ein dukkukrókur til genturnar í barnagarðinum? Smíða tit kassabilar við dreingjunum? Fáa genturnar rós, tá tær eru fittar og hjálpsamar? Og dreingirnir tá teir eru raskir og djarvir? Hví hava dreingirnir blá navnaskelti, og genturnar reyð ella ljósareyð?

Hesi fyribrigdi verða dúgliga umrødd, nú Javnstøðunevndin í hesum døgum setir fokus á kyn og javnstøðu í dagstovnum kring landið.

Maud Wang Hansen, námsfrøðingur, hevur seinastu mánaðirnar havt skeið fyri starvsfólki á fleiri dagstovnum kring landið. Skeiðið, sum varar 2½-3 tímar, tekur støði í faldaranum “Barnagarðar við plássi fyri pippiprinsum og sjórænaraprinsessum”

Fittar gentur og djarvir dreingir
Málið er at geva børnum møguleika at mennast uttan at verða avmarkað og darvað av føstum myndum av, hvat ein drongur ella ein genta skal duga, skal gera og hevur loyvi til.

Á skeiðnum roynir Maud Wang Hansen at fáa starvsfólkini at hugsa um málburð, virksemi og atferð á stovninum við javnstøðubrillum. 

-Vit kunnu t.d. spyrja okkum sjálvi, um vit geva gentunum meira viðurkenning, tá tær eru fittar og hjálpsamar, meðan dreingirnir fáa rós, um teir eru djarvir. 

Føroyska málið er rættiliga maskulint. Starvsfólkini eiga at hugsa um, hvussu tey brúka málið og ikki per automatikk brúka kallkyn í orðingum sum “man verður so kaldur” ella “man er keddur”. Tey vaksnu eru fyrimyndir hjá børnunum, og børnini taka upp eftir teimum vaksnu.

Ljósareytt og blátt
Gamlar kynsfatanir fjala seg eisini í eitt nú innrætting og litum á dagstovnum. 

-Hetta kunnu vera dukkukrókar til gentur og øki til rasara-banar til dreingir. Ella genturúm og dreingjarúm. Litirnir eru eisini týdningarmiklir. Navnaskeltini hjá dreingjunum eru ofta blá ella grøn, sjáldan reyð, men ongantíð ljósareyð.

Og so er tað virksemið á stovnunum, sum kann vera kynsbýtt, til dømis bindiklubbur fyri gentur og kassabilasmíð fyri dreingirnar.

Maud Wang Hansen sigur, at hon roynir ikki at trýsta sína fatan niður yvir starvsfólkini á dagstovnunum. Roynir heldur at fáa kjak í lag og at fáa tey at vera tilvitað um, hvørja atferð tey hava mótvegis kynunum báðum. 

-Starvsfólkini á dagstovnunum eru rættiliga tilvitað um námsfrøðiliga arbeiðið og um kynsleiklutir og javnstøðu. Summi arbeiða longu miðvíst við evninum. Endamálið við skeiðnum er, at javnstøða skal vera natúrligur hugsanarháttur í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og teirra møguleikum.