Sandoy hevur mest javnstøðu

Tað er í Sandoynni, at tey hava javnasta kynsbýtið millum kvinnur og menn á valevnislistunum til hetta kommunuvalið. Vánaligasta javnvágin er í Suðuroynni.

Í Sandoynni eru 42,2% av valevnunum kvinnur. Í einari av bygdunum í oynni, nevniliga Skálavík, eru enntá fleiri kvinnur enn menn, sum stilla upp til kommunuvalið. Hetta er eindømi, tí onga aðrastaðni í teimum 29 kommununum í landinum eru fleiri kvinnur enn menn á listunum.

Streymoyggin er eisini hampiliga væl við. Har eru 39,7 prosent av valevnunum kvinnur.

Ójavnasta býtið millum kynini finnur tú í Suðuroynni, har bara 31,7 prosent av teimum uppstillaðu eru konufólk. Í Sumba eru als ongar kvinnur uppstillaðar.

Í Vágum og Eysturoynni er eisini ójavnt millum kynini. Í Vágum eru 32,4% av valevnunum kvinnur, meðan tær í Eysturoynni hava 32,9%.

Taka vit allar kommunurnar í landinum, eru tilsamans 35,4% av valevnunum á kommunuvalinum 8.november konufólk.