Javnstøðan í almennum nevndum og ráðum batnað við 9% síðan 2000
10-10-2016

Sambært § 8 í javnstøðulógini skal kynsbýtið í almennum nevndum, ráðum og líknandi vera javnt, og tað er skylda hjá Javnstøðunevndini at fylgja við gongdini á hesum øki. Niðanfyri er yvirlit yvir gongdina seinastu 16 árini. Framgongd hevur verið; í 2000 sótu menn í 70% av sessunum, og í 2016 eiga teir 61%.

Stórur munur er á aðalráðunum. Mest ójavna kynsbýtið er í Fiskimálaráðnum, har menn sita í 74% av nevndarsessunum, og kvinnur í 26%. Tó er hetta ein sera stórur bati í mun til undanfarnu árini, tá menninir høvdu meira enn 90% av sessunum. Næst ójavna kynsbýtið er í Fíggjarmálaráðnum, har menninir telja 67%, og kvinnurnar 33%. Bati hevur eisini verið í Fíggjarmálaráðnum síðan 2000, tá menninir taldu 75%, men gongdin hevur verið ójøvn frá 2000 fram til 2016. Mest javna kynsbýti er í Almannamálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Mentamálaráðnum og Heilsu- og innlendismálaráðnum, har býtið liggur um 60% menn og 40% kvinnur. Almannamálaráðið er einasta aðalráð, har kvinnurnar eru í fleirtali í nevndum og ráðum.

Av teimum átta aðalráðunum er tað bara Løgmansskrivstovan, hvørs nevndir og ráð øll eru mannað við báðum kynum. Av teimum íalt 149 nevndunum og ráðunum eru 51, t.e. ein triðingur, mannað við á leið eins nógvum kvinnum og monnum. 18 nevndir og ráð (svarandi til 12%) eru mannað bara við monnum. og 1 (svarandi til 0,7%) er mannað bara við kvinnum.

 

Kynsbýti í almennum nevndum, ráðum o.l. 2000, 2007, 2010 og 2016. Í %

 

2000

2007

2010

2016

 

M

K

M

K

M

K

M

K

Løgmansskrivstovan

61

39

62

38

-

-

60

40

Almanna- og heilsumálaráðið

53

47

53

47

-

-

-

-

Fiskimálaráðið

93

7

92

8

93

7

74

26

Fíggjarmálaráðið

75

25

57

43

52

48

67

33

Mentamálaráðið

63

37

54

46

58

42

59

41

Vinnumálaráðið

72

28

71

29

68

32

-

-

Innlendismálaráðið

-

-

64

36

65

35

-

-

Almannamálaráðið

-

-

-

-

49

51

44

56

Heilsumálaráðið

-

-

-

-

52

48

-

-

Uttanríkismálaráðið

-

-

-

-

57

43

-

-

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

-

-

-

-

-

-

64

36

Samferðslumálaráðið

-

-

-

-

-

-

65

35

Heilsu- og innlendismálaráðið

-

-

-

-

-

-

59

41

Øll aðalráðini tils.

70

30

65

35

62

38

61

39

 

 

 

Nevndir & ráð o.l. íalt

Nevndir uttan javnstøðu

Nevndir & ráð við bara monnum

Nevndir & ráð við bara kvinnum

Løgmansskrivsstovan

6

3

0

0

Fiskimálaráðið (1 óupplýst)

16

7

2

0

Fíggjarmálaráðið

14

3

2

0

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

25

11

3

0

Samferðslumálaráðið

16

6

3

0

Almannamálaráðið

15

6

2

1

Heilsu- og innlendismálaráðið

27

7

5

0

Mentamálaráðið (1 óupplýst)

30

8

1

0

Tilsamans

149

51

18

1