Barnagarð

Skeiðsrundferð á dagstovnum kring landið

Javnstøðunevndin bjóðar starvsfólkum í øllum vøggustovum, barnagørðum og dagrøktarpedagogum kring landið eitt 3 tíma ókeypis skeið í at arbeiða við kyni og javnstøðu í barnagørðum, vøggustovum o.t. 

Skeiðið tekur útgongustøði í faldaranum Barnagarðar við plássi fyri pippiprinsum og sjórænaraprinsessum. Undirvísari og fyriskipari av skeiðinum er Maud Wang Hansen, pedagogur. 

Sambært § 7 í javnstøðulógini skal frálærutilfar og uppaling barna samsvara javnstøðuhugsjónini um, at munur ikki skal gerast á fólki vegna kyn. mangt verður grundlagt tíðliga í uppvøkstrinum, herundir fatanir av kynsleiklutum, og tískil hevur tað stóran týdning, at starvsfólk, ið eru um børnini, eru tilvitað um, hvussu tey eru við til at mynda tey.

Javnstøðunevndin hevur tikið stig til at fáa faldaran umsettan úr donskum. Faldarin kann nýtast sum íblástrarvegleiðing til at gerast meira tilvitað/ur um, hvussu pedagogar og onnur kunnu arbeiða við kyni og javnstøðu.

Tak faldaran niður her