barsil 468x227
Barsil & javnstøða

Barsilsskipanin í Føroyum er styttri og minni smidlig enn í flestu hinum norðurlondunum.

Núverandi barsilsfarloyvislóg frá 2001 gevur foreldrum rætt til farloyvi í eitt ár eftir barnsburð.

Eftir lógini verður veitt full lønarkompensatión, tó í mesta lagi 25.000 kr/mðn í tilsamans 34 vikur eftir barnsburð, og hetta verður býtt soleiðis millum foreldrini:

- Mamman 4 vikur áðrenn barnsburð
- Mamman tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð
- Mamman ella pápin 16 vikur eftir 14. viku aftaná barnsburð
- Pápin 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð. Tvær av hesum kunnu tó yvirførast til mammuna.

Javnstøðunevndin heldur, at skipaninar eru betri í fleiri av okkara grannalondum, t.d. Íslandi, Noregi og Svøríki, har størri partur av barsilstíðini er markaður til pápan. Hagtølini vísa, at páparnir taka tann partin av barsilstíðini, ið er markaður til teirra. Tað at pápin hevur ein nóg stóran part av barsilsfarloyvinum (helst í minsta lagi 3 mánaðar) markaðan til sín, og at hesin partur ikki kann yvirførast til mammuna, og at lønarendurgjaldið er nóg høgt, hevur víst seg at vera avgerandi fyri, hvørt páparnir brúka pápapartin av barsilsfarloyvinum.

Kanningar og royndir úr øðrum londum vísa týðiliga, at har páparnir luttaka aktivt í primeru umsorganini av barninum, eru fylgjurnar betri trivnaður hjá familjunum, færri hjúnaskilnaðir og meira javnstøða.
  logaruppskot
Barsil og javnstøða
Nýggja lógaruppskotið til broytingar í barsilslógini skal betra um barsilsskipanina. Viðmerkingarnar til lógaruppskotið nevna, at umframt at longja um samlaðu barsilsfarloyvistíðina verður lagt upp til at geva pápunum longri barsilstíðarskeið við barsilspeningi og gera barsilsgjaldið eftirlønargevandi.
Les meira

kanning top

Barsilskanning
Í august 2013 gjørdi Gallup eina kanning fyri Javnstøðunevndina um hugburðin til barsilsviðurskifti. Kanningin vísa, at páparnir fáa sera lítlan ágóða av barslinum. Tey flestu eru nøgd við hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini, men vildu ynskt longri barsil, og tey flestu meina, at eftirlønargjaldið skal fylgja við í barsilstíðini.
Í november 2014 varð aftur ein Gallup-kanning um barsilsviðurskifti gjørd, og úrslitið var óbroytt síðan kanningina í august 2013.
Les meira