T˙ ert her: FOKUS > Fˇlkafrßflyting
flyting 468x227
Fólkafráflyting & javnstøða

Fólkatalið í Føroyum minkar, m.a. orsakað av fráflyting.

Fólkatalið í Føroyum minkar, m.a. orsakað av fráflyting, og serliga talið av ungum kvinnum er lágt. Tá annað kynið ikki støðist, er vandi fyri, at hitt kynið ikki trívist. Skal eitt samfelag yvirliva, er altavgerandi, at tað endurnýggjar seg. Tískil er umráðandi at skapa eitt samfelag, sum bæði menn og kvinnur hava hug at búgva og virka í.

Fráflytingin hevur nógvar orsakir, og summar teirra ber einki til at gera við. Aðrar kunnu vit royna at bøta um. Føroyska samfelagið er siðbundið við einstáttaðum vinnulívi og fiskiveiðumentan. Nógvir fyrimunir eru við hesum, men tað merkir eisini fleiri avbjóðingar. Ungu ættarliðini eru altjóðagjørd og ganga ikki longur í fótafetunum hjá foreldrum sínum, og tey eru ikki eins støðuføst sum ættarliðini undan teimum. Kvinnurnar útbúgva seg sum ongantíð áður. Einstaklingurin letur sær einki lynda, men fer hagar møguleikarnir eru, og tað er einfalt at flyta seg millum lond. Hesar sannroyndir mugu havast í huga, um vit vilja halda fram sum eitt blómandi samfelag, har fólk trívast og kunnu menna seg.

Umráðandi er at skapa fleiri starvsmøguleikar og ein rúmligari og familjuvinaligari arbeiðsmarknað, har tað ber til at sameina arbeiðs- og heimalív. Arbeiðsmarknaðurin er sera kynsuppbýttur - í summum vinnum eru næstan bara menn, í øðrum nærum bara kvinnur. Menn forvinna tilsamans næstan tvær ferðir so nógv sum kvinnur. Ein orsøk er, at sokallað "kvinnustørv" eru lægri lønt og hava avmarkaðar møguleikar fyri uppstíging. Ein onnur orsøk er, at færri kvinnur enn menn eru á arbeiðsmarknaðinum. Tó arbeiða føroyskar kvinnur sambært Norðurlendsku árbókini 2012 í størri mun (80%) uttan fyri heimið enn kvinnur í hinum Norðurlondunum. Ein triðja orøk er, at tær í stóran mun arbeiða niðursetta tíð - sambært Manntali 2011 arbeiða 54% av kvinnunum undir 35 tímar um vikuna. Men hetta er ikki altíð av egnum vilja - 20% kundu sambært Manntali 2011 hugsað sær fleiri tímar. Ein stórur partur av "kvinnustørvunum" verða normerað sum parttíðarstørv. Men kvinnur eru ikki bundnar av smábørnum alt lívið, og tær eiga at hava fleiri valmøguleikar og møguleikar at gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum.
  tilfar top
Kvinnur og vælferð í Útnorði
TemaNord gav í 2010 út eitt hefti um vælferðaravbjóðingarnar í Útnorði - Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Fráflytingarspurningurin verður eisini viðgjørdur. Karin Jóhanna L. Knudsen á granskingardeplinum fyri samfelagsmenning, hevur staðið fyri føroyska partinum.

Les heftið Kvinnur og vælferð í Útnorði (pdf)

hagtøl top
Hagtøl í Norðurlondum
Norðurlandaráðið gevur regluliga eina ársbók út við hagtølum um ymisk viðurskifti í teimum ymsu Norðurlondunum.

Í ársbókini eru hagtøl um veðurlag, umhvørvi, íbúgvaviðurskifti, heilsuviðurskifti, inntøkur, bústaðarviðurskifti, útbúgving, arbeiðsmarknað, politisk viðurskifti, mentan, fíggjarstøðu, príslegur, vinnulív o.m.a.

Les Nordisk statistisk årsbok 2012 (pdf)