pensjon 468x227
Pensjón & javnstøða

Umráðandi er at fyrireika framtíðinda í góðari tíð

Kvinnur arbeiða í stóran mun niðursetta tíð og í lágløntum størvum, tær eru longur í barsli og forvinna í miðal munandi minni enn menn. Tískil verða pensjónsuppsparingarnar eisini lægri. Haraftrat liva kvinnur í miðal nøkur ár longur enn menn.

Hetta merkir stóran fíggjarligan skeivleika millum kynini á ellisárum. Umráðandi er at fyrireika framtíðina í góðari tíð og á best møguligan hátt fyribyrgja fátækradømi - til gagns fyri alt samfelagið.
  kanning top
Livikor hjá fólkapensionistum
Fróðskaparsetrið gjørdi í samstarvi við Almannastovuna í 2010 eina kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum 67 ár og eldri. Kanningin er ein telefonspurnakanning, har 485 fólk eru spurd um útbúgving, arbeiði, bústað, heilsustøðu, sosialt netverk, frítíð, fíggjarviðurskifti og nøgdsemi.

Les kanningina Í triðja aldri ráða vit yvir degnum (pdf)

Kanning um pensjónsviðurskifti
Javnstøðunevndin bílegði í 2013 eina Gallup-kanning um, hvussu tilvitað fólk eru um síni pensjónsviðurskifti v.m. Kanningin, sum varð liðug í desember 2013, vísir, at ein stórur partur hevur lutfalsliga lítið innlit í síni pensjónsviðurskifti, og hjá kvinnunum stendur verri til enn hjá monnunum. Eisini vísir kanningin, at ein stórur partur av kvinnunum er sera illa tryggjaður fíggjarliga.
Les meira