T˙ ert her: FOKUS > Ung & javnstø­a
ung 468x227
Ungfólk & javnstøða

Gentur og dreingir skulu ikke vera eins, men tey skulu hava somu møguleikar at menna sína evni

Tað hevur stóran týdning, hvat verður lagt niður í børn og ung. Gentur og dreingir skulu ikki vera eins, men tey skulu hava somu møguleikar at menna síni evni, sama hvat kynið er. Tað hevur ikki bara týdning fyri lívið í løtuni, men eisini fyri tær útbúgvingar, størv og tað familjulív, tey fáa sær longri frammi í tíðini. Skulu vit broyta nakað, tá ið ein tíð er umliðin, má javnstøðuarbeiðið byrja millum børnini og tey ungu.

Longu tíðliga í lívinum møta gentur og dreingir vaksnum, sum hava ávísar væntanir til, hvussu tey skulu bera seg at sum ávv. ein rættur drongur ella ein røtt genta, og so líðandi verða tey sosialiserað inn í kynsleiklutirnar. Tað hevur ikki bara týdning fyri teirra lív her og nú, men ávirkar eisini, hvørji val tey gera seinri í lívinum, t.d. viðvíkjandi útbúgving, starvi og familjulívi. Kynsleiklutirnir kunnu avmarka teirra møguleikar at menna síni evni og áhugamál. Bæði á dagstovnum, í skúlum og í samfelagnum annars kunnu børn uppliva, at ymiskt virksemi er ætlað øðrum kyninum, og tí kann vera trupult at bróta tey sosialu mynstrini.

Seinastu áratíggjuni eru tó stórar broytingar farnar fram í kynsleiklutamynstrinum, og formliga eru menn og kvinnur javnsett. Men framvegis er neyðugt at varpa ljós á, at tað einstaka barnið skal kunna menna seg út frá egnum fortreytum, og ikki út frá um tað er genta ella drongur.

Uml. tvær ferðir so nógvar gentur sum dreingir taka eina miðnámsútbúgving, og alt bendir á, at í framtíðini fara kvinnur at vera munandi betur útbúnar enn menn. Hetta er ein óheppin gongd, tí formaliserað vitan, útbúgving og førleikar eru avgerandi fyri, hvussu vit sum einstaklingar og samfelag fara at klára okkum í einum støðugt meira globaliseraðum heimi.

Ein stórur partur av útbúgvingunum hava stóra yvirvág av øðrum kyninum. Tað merkir, at ikki øll talent verða gagnnýtt, og at arbeiðsmarknaðurin er óliðiligur. Nógv tey flestu, sum útbúgva seg til t.d. sjúkrarøktarfrøðing, heilsurøktara og heilsuhjálpara, eru kvinnur, og á teknisku útbúgvingunum er stór yvirvág av monnum.

Vit kunnu og skulu ikki lóggeva okkum burtur úr avmarkandi kynsleiklutum, men vit eiga at skifta orð um, hvussu vit í felag kunnu skapa størri frælsi. Vit eiga eisini at arbeiða fyri, at fakfólk og onnur, sum eru um tey ungu, leggja merki til áhugamálini og evnini hjá teimum einstøku gentunum og dreingjunum og hjálpa og stuðla teimum at menna seg samsvarandi.
  evnisrit top
Frágreiðing um ungfólk 2012
Frágreiðingin Ungfólk í Føroyum 2012 lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, antropologur, gjørdi í 2012.

Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum samstarvi, sum byrjaði í 2011. Kanningin gevur upplýsingar um tey, sum gingu í 9. flokki skúlaárið 2011-2012.

Les frágreiðingin Ungfólk í Føroyum 2012 (pdf)

Ung og útbúgvingarval
Center for ungdomsforskning í Danmark hevur í 2010 givið út eitt evnisrit um ungfólk, kyn og útbúgving.

Gentur fáa hægri próvtøl enn dreingir í fólka- og miðnámsskúlunum. Fleiri gentur taka miðnámsskúlaútbúgving og hægri útbúgving, og útbúgvingarstigið hjá gentum er yvirhøvur hægri enn hjá dreingjum. Í restbólkinum, tey við ongari útbúgving, eru fleiri dreingir enn gentur.

Hevur samfelagið svikið dreingirnar? Hóskar útbúgvingarskipanin betur til gentur enn til dreingir? Ella er tað beint øvugt: Er trýstið á genturnar ov stórt, meðan dreingirnir sleppa ov lætt? Hetta og mangt annað verður umrøtt í ritinum.

Les ritið Unge, køn og uddannelse (pdf)

kanning top
Føroysk ungfólk um javnstøðuspurningar
Ein spurnakanning, sum íslendska mentamálaráðið fyriskipaði millum 16-19 ára gomul í teimum átta Norðurlondunum í 2009, vísir, at føroysku ungfólkini líkjast burturúr í javnstøðuspurningum.
Les meira