T˙ ert her: CEDAW
 
CEDAW - kvinnurættindasáttmálin hjá ST

CEDAW (Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women) er ein ST-sáttmáli frá 1979, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum samfelagsøkjum. Sáttmálin kom altjóðarliga ín gildi í 1981.

Sáttmálin varð samtyktur og kom í gildi í Danmark í 1983. Føroyar gjørdust bundnar av CEDAW-sáttmálanum frá 18. desember 1979 um avtøku av øllum kynsmismuni móti kvinnum, tá hesin varð staðfestur fyri Føroyar 21. mai 1983 og sostatt fólkarættarliga bindandi fyri Føroyar. Harumframt samtykti løgtingið 31. mars 1987 at seta sáttmálan í gildi fyri Føroyar.
 
Í juni 2002 luttók føroyskt umboð fyri fyrstu ferð í donsku sendinevndini, sum var til próvtøku hjá CEDAW-nevndini á ST-høvuðsborgini í New York, og síðan tá hava Føroyar javnan tikið lut í sum partur av donsku sendinevndini. 

Í 2004 lótu Føroyar ST sína fyrstu frágreiðing viðvíkjandi sáttmálanum. Hendan frágreiðing varð viðheft sum skjal í donsku frágreiðingunum nr. 5 og 6, ið komu út sum ein útgáva. Føroyska frágreiðingin er ein gjøgnumgongd av, hvussu greinirnar 1 til 16 í sáttmálanum verða hildnar í Føroyum. Greitt verður frá eitt nú lógarverki í mun til javnstøðu, frá tali av kvinnum í leiðarastørvum, í politikki, frá arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini, og frá ymsum heilsutilboðum, ið eru viðkomandi fyri javnstøðu. 

Í august 2006 luttók føroyskt umboð í New York, tá CEDAW-nevndin sendi út viðmerkingar til, hvussu CEDAW-sáttmálin verður hildin í Føroyum. Nevndin finst at, at tað finnast so fáar upplýsingar um, hvussu CEDAW-sáttmálin verður hildin í Føroyum, og heitt verður á myndugleikarnar um at útvega fleiri upplýsingar um hetta evnið. Eisini verður átalað og heitt á um at bøta serliga um hesi viðurskifti:

- lágu kvinnuumboðanina í politikki
- lønarmunin millum menn og kvinnur
- lágu kvinnuumboðanina í politikki
- lágu umboðanina í akademiska umhvørvinum.

í 2008 lótu Føroyar sína aðru CEDAW-frágreiðing inn. Føroyska frágreiðingin er viðheft sum skjal í donsku frágreiðingini nr. 7. Javnstøðunevndin fekk høvi at gera eina sonevnda skuggafrágreiðing. Sum heild metir Javnstøðunevndin, at almenna frágreiðingin um, hvat myndugleikarnir gera fyri at implementera CEDAW í Føroyum, er merkt av, at hagtøl og upplýsingar annars um javnstøðu millum kyn og um mál, sum viðvíkja kvinnum, ikki finnast ella eru sera avmarkað.

Viðmerkingarnar hjá Javnstøðunevndini eru m.a.:
-  at Demokratia eigur at fáa møguleika til framhaldandi virksemi
-  at føroysku myndugleikarnir eiga at arbeiða meira fyri at ávirka og broyta     vanahugsanir og siðbundnar fatanir av kynsleiklutum
-  at ein lønarkanning eigur at verða sett í verk, sum kann lýsa lønarmunir millum kynini, orsakirnar til munirnar og hvat kann gerast fyri at minka um hesar munir
-  barsilsskipanin eigur at verða endurskoðað út frá einum javnstøðuperspektivi.

Í 2013 lótu Føroyar sína triðju CEDAW-frágreiðing inn. 24. februar 2015 luttóku Føroyar saman við Danmark og Grønlandi í Geneve í hoyringini i CEDAW-sáttmálanum í sambandi við frágreiðingina, sum varð latin inn í 2013. Í mars 2015 varð CEDAW niðurstøðan almannakunngjørd.

Í niðurstøðuni hjá CEDAW verður m.a.mælt til, at førosykir myndugleikar skulu virka fyri, at fleiri kvinnur gerast virknar í politikki. Fosturtøkulóggávan í Føroyum eigur eisini at vera endurskoðað.

Haraftrat verður mælt til:
-  At veita størri kunning um CEDAW-sáttmálan.
-  At endurskoða núverandi skipanir, sum hava til endamáls at fremja javnstøðu, gera fleiri kanningar innan kyn og javnstøðu og at fáa til vega og greina fleiri hagtøl um kyn.
-  At virka fyri at broyta siðbundnar fatanir av leiklutunum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum.
-  At styrkja um rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi.
-  At virka fyri at fáa fleiri kvinnur í kommunu- og landspolitikk við m.a. at umhugsa at fáa eina fyribils kvotaskipan í lag.
cedaw 300x79

 pil ned hvid FRÁGREIÐINGAR
Í 2019 skulu Føroyar lata sína fjórðu CEDAW frágreiðing inn til ST.

Frágreiðingar, niðurstøður o.a. kunnu lesast niðanfyri.

CEDAW niðurstøða 2015 (pdf)

Almenna CEDAW-frágreiðingin 2013
(Føroyar s. 62) (pdf)

CEDAW-niðurstøða 2009 (Føroyar s. 94) (pdf)

Almenna CEDAW-frágreiðingin 2008
(Føroyar s. 94) (pdf)

CEDAW- skuggafrágreiðing 2008 hjá Javnstøðunevndini (pdf)

CEDAW-niðurstøða 2006 (pdf)

Almenna CEDAW-frágreiðingin 2004
(Føroyar s. 97) (pdf)