Avgerðasavn

Avgerðir, sum Javnstøðunevndin hevur tikið, eru at finna í hesum avgerðarsavni. 

2016 Mismunur í sambandi við viðgongu og barsil
Kærarin var í føstum starvi sum dagligur leiðari í eini fyritøku og fór í barsil. Tá hon kom aftur úr barsli, vóru starvsviðurskifti hennara broytt, m.a. soleiðis at hon ikki longur var leiðari. Kvinnan kærdi til Javnstøðunevndina.
2015 Mismunur í sambandi við barsil
Kærarin var við barn, og samlivarin og pápi ófødda barnið og hon ynsktu, at hann skuldi taka sær av barninum fyrstu 3 mánaðirnar, eftir at barnið var føtt, meðan kærarin gjørdi seg lidna við útbúgving sína. Men sambært Barsilsskipanini kann pápin ikki yvirtaka útgjaldið úr Barsilsskipanini fyrstu 14 vikurnar av mammukvotuni. Kærarin metti hetta vera brot á javnstøðulógina og kærdi til Javnstøðunevndina.
2014 Uppsøgn vegna barnsburð og barsil
Kærarin, sum hevði starvast í eini fyritøku í nøkur ár, átti barn og fór í barsilsfarloyvi. Átta dagar eftir, at hon kom aftur til arbeiðis úr barsilsfarloyvi, varð hon uppsøgd. Uppsøgnin varð sambært fyritøkuni grundað á rationaliseringar, men kvinnan metti veruligu orsøkina til uppsøgnina vera grundaða á barnburðin og barsilsfarloyvið. Kvinnan kærdi til Javnstøðunevndina.
2013 Noktað starvssetan vegna viðgongu
Kærarin søkti eitt starv og helt seg út frá starvssamrøðuni hava fingið starvið. Eina tíð seinri - men áðrenn hon skuldi byrja í starvinum - varð hon varug við, at hon var við barn, og hon fekk ikki starvið. Sambært stovnsleiðaranum hevði kærarin onga tilsøgn fingið um starvið og valdi sjálv at siga starvið frá sær.
2013 Noktað starvssetan vegna viðgongu
Kærarin søkti eitt starv og helt seg út frá starvssamrøðuni hava fingið starvið. Eina tíð seinri - men áðrenn hon skuldi byrja í starvinum - varð hon varug við, at hon var við barn og boðaði stovninum frá. Stovnsleiðarin segði, at hon ikki hevði fingið starvið og heldur ikki hevði fingið nakra tilsøgn um hetta. Kærari og innkærdi vóru so ósamdir um fakta í málinum, at nevndin vísti kæruni frá sær.
2012 Noktað starvssetan vegna kyn
Ein kvinna hevði røkt eitt starv í eitt tíðarskeið og søkti starvið, tá tað varð lýst leyst. Kvinnan fekk ikki starvið; í staðin varð annar (mannligur) um søkjari settur í starvið. Kvinnan kærdi stavssetingina til Javnstøðunevndina, tí hon metti, at mismunur var farin fram vegna kyn, av tí at hon ikki metti umsøkjaran, sum fekk starvið, vera betur skikkaðan enn hana.


 
 pil ned hvid AVGERÐASAVN
Avgerðasavn 2011-

Avgerðir 2006-2010

Avgerðir 1993-1999