Avgerðasavn

Avgerðir, sum Javnstøðunevndin hevur tikið, eru at finna í hesum avgerðarsavni. 

2010 Uppsøgn vegna viðgongu
Kærarin varð sett í starv í eini fyritøku. Eftir eina tíð varð hon flutt upp sum fyribilsleiðari, og sambært avtalu skuldi hon røkja hetta starv í nakrar mánaðir. Kærarin var við barn og varð sjúkrameldað í viðgongutíðini. Eina viku eftir sjúkrameldingina varð hon uppsøgd.
2010 Uppsøgn vegna kyn
Málið snýr seg um uppsøgn av eini kvinnu. Kvinnan varð sett í starv í 1987, í 2001 í fast starv. Í 2009 varð hon – og tvey onnur starvsfólk - uppsøgd við grundgevingini, at arbeiðsplássið ikki fekk ta játtan á fíggjarlógini, tað hevði biðið um. Yrkisfelagið hjá kvinnuni kærdi vegna kvinnuna málið til Javnstøðunevndina.
2009 Uppsøgn vegna viðgongu
Málið snýr seg um eina kvinnu, ið var í barsilsfarloyvi. Meðan hon var í farloyvi, framdi arbeiðspláss hennara ymiskar bygnaðarbroytingar m.a. við tí úrsliti, at kvinnan skuldi hava eina aðra starvsfunktión, tá hon kom aftur úr barsilsfarloyvi. Kvinnan metti hesar broytingar vera so ógvusligar, at hon metti seg vera degraderaða og trýsta úr starvi sínum.
2009 Mismunur vegna viðgongu og barnsburð
Málið snýr seg um uppsøgn av kvinnu, sum varð uppsøgd, meðan hon var við barn við minkandi arbeiði innan framleiðsluna hjá fyritøkuni sum grundgeving. Kvinnan metti seg vera uppsagda vegna viðgongu og boðaði Javnstøðunevndini frá málinum.
2009 Uppsøgn vegna graviditet
Ein kvinna varð sett í starv í eini fyritøku og byrjaði 1. november 2008. 26. november 2008, kunnaði hon leiðsluna um, at hon var við barn í 17. viku. Dagin eftir, 27. november, fingu hon og 6 onnur starvsfólk í fyritøkuni uppsagnarskriv við tí grundgeving, at fyritøkan má tillaga virksemið til búskaparligu støðuna í Føroyum.
2008 Løn til pápar í barsilsfarloyvi
Ein maður bleiv pápi í august 2007. Unnustan og hann høvdu gjørt av, at hann skuldi taka 10 vikur barsilsfarloyvi, sum pápar eftir lóg um barsilsskipan, § 9, stk. 2, hava rætt til, treytað av, at mamman fer úr farloyvi sama tíðarskeið. Harumframt ætlaði hann eisini at fara í barsilsfarloyvi tær tvær vikurnar, sum pápin hevur rætt til eftir § 9, stk. 3.
2007 Uppsøgn vegna graviditet
Ein lærlingur byrjaði í læru hjá P/f Grón í oktober 2006. Uml. Tveir mánaðir eftir setanina gjørdist hon við barn, og hetta fráboðaði hon arbeiðsgevaranum í februar, eftir at 3 mánaða royndartíðin var úti.
2007 Kynsdiskriminerandi starvslýsing
Ein borgari vendi sær 9. mars 2007 til javnstøðunevndina at kæra um eina starvslýsing frá Innlendismálaráðnum eftir stjóra til nýggjan stovn. Í lýsingini stóð m.a., at:
“Stjórin skal vera bæði til gummistivlar og klædning.”
2007 Útbúgvingarráð um útbúgving av manning á skipum 
- alment undantaksloyvi
Mentamálaráðið søkti í brævi frá 22. januar 2007 javnstøðunevndina um undantaksloyvi samb. § 8, stk. 2, at manna eitt útbúgvingarráð um útbúgving av manning á skipum við 5 monnum. Mentamálaráðið vísir á, at samb. løgtingslóg skal landsstýrismaðurin tilnevna umboð frá vinnuligu feløgunum á sjónum og øðrum sakkønum. Hetta økið og útbúgvingarnar á økinum eru mest myndaðar av monnum.
2006 Arbeiðsbólkur viðv. rehabiliteringsætlan 
- alment undantaksloyvi
Almanna- og heilsumálaráðið søkti um undantakslovi at manna ein arbeiðsbólk viðv. rehabiliteringsætlan við sjey kvinnum.
2006 Samanseting av 2015-verkætlanarbólkum 
- alment undantaksloyvi
Javnstøðunevndin gjørdist varug við, at Løgmansskrivstovan og hini aðalráðini eftir boðum hennara tilnevndu strategibólkar at fáast við sonevndu Visjón 2015 verkætlanina. Sambært upplýsingum vóru bert góð 28% av teimum tilnevndu kvinnur, úr 0% í 43% í teimum einstøku nevndunum.
   


 
 pil ned hvid AVGERÐASAVN
Avgerðasavn 2011-

Avgerðir 2006-2010

Avgerðir 1993-1999