Avgerðir 1993-1999

Avgerðir, sum Javnstøðunevndin hevur tikið, eru at finna í hesum avgerðarsavni.

1993-
1999
Definitión af almennum nevndum, ráðum og líknandi
Føroya Lærarafelag spyr í brævi, um ein arbeiðsnevnd, sum skal kann, um ársverksskipan ella onnur arbeiðstíðarskipan er best hóskandi í fólkaskúlanum, er umfatað av javnstøðulógini. Lærarafelagið ivast í hesum, av tí at nevndin hevur sín uppruna í eini semju millum Føroya Lærarafelag og Undirvísingar- og mentamálastýrið.
1993-
1999
 
Kvinnur ókeypis atgongd
Ein náttklubbur lýsti í eina tíð við "Lady´s Night", sum var eitt tiltak, har kvinnur høvdu ókeypis atgongd. Fleiri kærur vóru innkomnar til Javnstøðunevndina.
1993-
1999
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
- alment undantaksloyvi
Føroya Skipara- og Navigatørfelag biður Javnstøðunevndina um at góðkenna, at býtið millum mannligum og kvinnuligum nevndarlimum kann vera í mun til limatalið av ávv. monnum og kvinnum í felagnum.
1993-
1999
Nevnd ið skal viðgera maritimar útbúgvingar
- alment undantaksloyvi
Undirvísingar- og mentamálastýrið biður um undantaksloyvi samb. § 8, stk. 2, at seta tvær nevndir, ið skulu viðgera ávv. maskinmeistaraútbúgvingarnar og navigatørútbúgvingarnar, við ávv. 8 og 9 monnum við tí grundgevning, at tað ikki ber til at finna kvinnur til sessirnar.
1993-
1999
Frálærutilfar
Havnar Kvinnufelag sendi Javnstøðunevndini kæru um skúlabókina "Samfelagssfrøði nr. 1" sum Føroya Skúlabókagrunnur hevði givið út. Kvinnufelagið metti, at bókin viðgjørdi kynsleiklutirnar á ótíðarhóskandi hátt, og at hon í ókønum hondum kundi vera beinleiðis skaðilig sæð við javnstøðueygum.
1993-
1999
Arbeiðsbólkur at viðgera spurningin um varðveitslu av upprunaligum føroyskum húsdýrum
- alment undantaksloyvi
Undirvísingar- og Mentamálastýrið søkti Javnstøðunevndina um undantaksloyvi til at manna ein arbeiðsbólk at viðgera spurningin um varðveitslu av upprunaligum føroyskum húsdýrum við 5 monnum og 2 kvinnum. Talan var um framhald av einum arbeiði, ein bólkur av sjálvbodnum høvdu gjørt. Hesin bólkurin fevndi mest um menn, og umráðandi var, at hesir hildu fram í arbeiðinum.
1993-
1999
Nevnd at endurskoða HT og SIT lógina
- alment undantaksloyvi
Undirvísingar- og Mentamálastýrið søkti um undantaksloyvi at manna nevnd at endurskoða HT og SIT lógina við 5 monnum og 2 kvinnum. Víst varð m.a. á, at Handverkarafelag hevði sera fáar kvinnuligar limir.
1993-
1999
Nevnd at fyrireika útbjóðingarilfar til kapping um gerð av studentaskúla í Tórshavn
- alment undantaksloyvi
Undirvísingar- og Mentamálastýrið søkti Javnstøðunevndina um undantaksloyvi at manna eina nevnd at fyrireika útbjóðingartilfar til kapping um gerð av studenula í Tórshavn við 3 monnum og 1 kvinnu.
1993-
1999
Arbeiðsbólkur at betra samskipan av samferðsluskipanarkervinum í Føroyum
- alment undantaksloyvi
Vinnumálastýrið søkti um undantaksloyvi at manna ein arbeiðsbólk at betra samskipan av samferðsluskipanarkervinum í Føroyum við seks monnum og ongari kvinnu. Víst varð á, at bólkurin skuldi mannast við stjórum á ávísum stovnum og fulltrúum á Samskiftisdeildini, og hesir vóru allir menn.
1993-
1999
KT-nevnd fólkaskúlans
- alment undantaksloyvi
Javnstøðunevndin gjørdist gjøgnum fjølmiðlarnar varug við, at Undirvísingar- og mentamálastýrið hevði sett eina nevnd við heitinum KT-nevnd fólkaskúlans. Í nevndini vóru 7 limmir, allir menn. Javnstøðunevndin vísti á, at hetta var lógarbrot samb. § 8, stk. 1 og 2, og bað um frágreiðing um grundgevingar fyri ikki at fylgja lógarreglunum.
1993-
1999
Samskipan av samferðslukervinum
- alment undantaksloyvi
Vinnumálastýrið søkti um undantaksloyvi til arbeiðsbólk at betra samskipan av samferðsluskipanarkervinum í Føroyum við 6 monnum. Víst verður á, at ásett er frammanundan, at stjórar á ávísum stovnum og fulltrúar á Samskiftisdeildini skulu manna bólkin, og hesir vóru allir menn.
1993-
1999
Stuðul til fjarfiskiflotan nevnd
- alment undantaksloyvi
Javnstøðunevndin gjørdist varug við, at Fiskivinnudeildin hevði sett eina nevnd at viðgera stuðul til fjarfiskiflotan. Nevndin var mannnað við 3 monnum. Javnstøðunevndin spurdi í brævi dagfest 7. oktober 2007 Løgmansskrivstovuna, um hon metti hesa nevnd vera fevnda av javnstøðulógini.
1993-
1999
Maskinmeistarafelagið
- standandi undantaksloyvi
Maskinmeistarafelagið bað um standandi undantaksloyvi til at tilnevna menn, tá ið nevndir, ráð og líknandi skulu setast. Felagið vísti á, at tað ofta kemur fyri, at felagið verður biðið um at velja fólk í ymiskar nevndir. Felagið hevði bara ein hvílandi kvinnuligan lim og bað tí Javnstøðulógina um góðkenning av, at býtið millum val av nannligum og kvinnuligum limum í ymskum nevndum, felagið velur, kundi vera í mun til talið av ávv. monnum og kvinnum.
1993-
1999
Telduskeið fyri kvinnur
Javnstøðunevndin fekk kæru um, at Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð hevði lýst við teldurskeiði "Word til Windows fyri kvinnur".
1993-
1999
Stýrið fri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina
- alment undantaksloyvi
Føroya landsstýri (Almanna- og heilsu deildin) søkti javnstøðunevndina um undantaksloyvi samb. § 8, stk. 2, at manna stýrið fri arbeiðsloysistryggingina og arbeiðsávísingina við fleiri monnum enn kvinnum. Landsstýrið vísir á, at tað hevur gjørt feløgini, sum skuldu velja umboð í stýrið, varug við, at javnstøða skal havast í huga, tá umboðini verða vald. Feløgini vístu á ymsar trupulleikar við at finna nóg mikið av kvinnum.
   
 pil ned hvid AVGERÐASAVN
Avgerðasavn 2011-

Avgerðir 2006-2010

Avgerðir 1993-1999