T˙ ert her: TILFAR > Kanning
 
Kanning

Kvinnur og vælferð í Útnorði (2010)
Ein kanning av vælferðaravbjóðingum í Útnorðri. Tað er Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen, sum hevur staðið fyri føroyska partinum av kanningini.
Útgivið hevur TemaNord 2010.

Donsk kanning um ung og útbúgvingarval (2010)
Center for Ungdomsforskning í Danmar hevur +i 2010 givið út eitt evnisrit um ungfólk, kyn og útbúgving.
Gentur fáa hægri próvtal enn dreingir í fólka- og miðnámsskúlunum. Fleiri gentur enn dreingir taka miðnámsskúlaútbúgving og hægri útbúgving, og útbúgvingarstigið hjá gentum er yvirhøvur hægri enn hjá dreingjum. Í restbólkinum, sum fevnir um tey við ongari útbúgving, eru fleiri dreingir enn gentur.

Kynsleiklutir í føroyskum lesibókum 1. til 3. flokk (2010)
Marna Jacobsen hevur gjørt hesa kanning fyri Javnstøðunevndina. Kanningin er eisini útgivin sum bóklingur og fæst við at venda sær til Javnstøðunevndina.

Kanning av livikorum hjá fólkapensionistum í Føroyum (2010)
Fróðskaparsetrið gjørdi í samstarvi við Almannastovuna í 2010 eina kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum 67 ár og eldri í Føroyum. 485 fólk eru spurd við telefonkanning um útbúgving, arbeiði, bústað, heilsustøðu, sosialt netverk, frítíð, fíggjarviðurskifti og nøgdsemi.

Lønarkanning (2009)
Fáa kvinnur og menn somu løn frá tí almenna? Hava børn nakra ávirkan á lønina hjá kvinnum og monnum á almenna arbeiðsmarknaðinum? Hesir spurningar verða svaraðir í lønarkanningini, sum Javnstøðunevndin hevur tikið stig til, og Hagstova Føroya hevur gjørt.

Rekruttering af færoyske kommunepolitikere (2005)
Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem gjørdu í 2005 eina kanning av, hvussu føroyskir kommunupolitikarar verða rekrutteraðir. Kanningin varð givin út við Høgskolen i Molde







 
filmar 300x79

 pil ned hvid TILFAR
Undirvisíngartilfar

Gallup kanning

Frágreiðing / grein

Kanning