Viðgerð av kæru

Tá ið Javnstøðunevndin viðger eina kæru, verður kæran send til hoyringar. Bæði tey, ið eru kærd, til dømis leiðslan á einum arbeiðsplássi, og kærari fáa alt innkomið tilfar í málinum til hoyringar.

Tá ið Javnstøðunevndin metir, at málið er nóg væl lýst og búgvið til støðutakan, tekur nevndin avgerð í málinum grundað á tilmæli frá løgfrøðingi hjá Javnstøðunevndini.

Hvørja avgerð kann Javnstøðunevndin taka?
Javnstøðunevndin kann koma til ta niðurstøðu, at grundarlag ikki er hjá Javnstøðunevndini at taka avgerð. Í slíkum førum verður kæran avvíst.

Eisini kann Javnstøðunevndin koma til ta niðurstøðu, at kærari ikki fær viðhald, og tá ger Javnstøðunevndin ikki meira við málið.

Um Javnstøðunevndin gevur kærara viðhald, skal nevndin senda áheitan til kærda partin um at fáa lógarbrotið rættað.

Um hetta ikki hendir, kann Javnstøðunevndin:
  • heita á ákæruvaldið um at reisa ákæru
  • mæla til, at kærari, sum hevur fingið viðhald, fær fría rættargongd til eitt rættarmál
  • sjálv leggja málið fyri rættin
  • tá ið talan er um almennan myndugleika ella stovn, at heita á viðkomandi, sum hevur ábyrgdina, um at áleggja stovninum at broyta avgerð ella framferðarhátt.
cedaw 300x79

tini rættindi 300x79