T˙ ert her: T═NI RÆTTINDI
 
Mismunur vegna kyn?
í javnstøðulógini er ásett, at tað ikki er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Kvinnur og menn, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina.

Set teg í samband við Javnstøðunevndina fyri at fáa leiðbeining um framferðarháttin í sambandi við kærur.

Hvat kann kærast um?
Tú kanst til dømis kæra til Javnstøðunevndina, um tú metir teg vera ella hava verið fyri mismuni vegna kyn á arbeiðsmarknaðinum, til dømis í sambandi við starvssetan, uppsøgn ella løn, ella um tú hevur fingið uppsøgn, av tí at tú ert við barn ella ert í barnsburðarfarloyvi.

Hvør kann kæra?
Allir borgarar, bæði kvinnur og menn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. Um borgarin ikki sjálv/ur er partur í einum máli, ber kortini til at gera Javnstøðunevndina varuga við viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við javnstøðulógina. Javnstøðunevndin kann so kanna hesi viðurskifti nærri og gera av, um meira skal gerast við málið.

Fá meira at vita
Tú kanst seta teg í samband við Javnstøðunevndina á telefon 21 28 48, við at senda ein teldupost til javnstoda@javnstoda.fo ella við at senda eitt bræv til Javnstøðunevndina, postboks 366, 110 Tórshavn.


 pil ned hvid TÍNI RÆTTINDI
Send eina kæru
Mismunur vegna kyn? So kanst tú senda eina kæru til Javnstøðunevndina.
Les meira

Viðgerð av kæru
Tá ið Javnstøðunevndin viðger eina kæru, verður kæran send til hoyringar.
Les meira
cedaw 300x79

tini rættindi 300x79